Tumgik
bilturur · 1 year
Text
09-09-2023 biltúrur norðueftir. Tíðlja upp - bara til stongdar morgunmatar dyr, tú hon sum skuldi fyrireika hevi forsovið seg. Har stóðu 20 svangir penstionistar - og vit - og bíðau. So okkara fráferð var seinkað, so vit náddu ikki Gøttingen sum ætlað, men eru logeraðar inn á Serways Hotel ein tíma sunnanfyri okkara upprunaliga mál .
Tumblr media
Og fyri at gera alt betur, so fingu vit eina non-gourmet høsnarætt, men við Rioja víni. Tíverri funnu vit ikki upptrekkjarin við tí úrsliti, at vínið sprændi í allar ættir og líka upp undir loft tá proppurin bleiv trýstur niður. Vit vóna tað besta og at rokningin ikki verður ov stór og at dagurin í morgin eydnast betur. So náa vit Danmark seinnapartin!
Vit koyra og alt gongur væl - men so rendu vit okkum í fleiri proppar í ferðsluni vegna ferðslu vanlukkur og arbeiðir á vegnum!
Tumblr media
Men fram komu vit til Fredericia har Gudmund var komin at avheinta Jüttu og vit koyrdu í hvør sína ætt.
So var slutt fyri hesuferð.
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
08-09-2023. Frá Gretu,Fred og Bellu koyrdu vit til St. Emilion at hyggja uppá vín, sápu, mat, og tí lekru bygdina. Um alt Europa er hitabylgja, og á túrinum vóru upp í 36 hitastig.
Tumblr media
Vit avgjørdu at koyra til Limoges í fyrstu syftu, men stutt haðani fór bilurin at pippa og á instrumentbrettinum blinkaði reytt nokkso aggressivt! Vit koyrdu av høvuðavegnum inn í eina bygd at køla motorin av, men tað segði tað sama. Ringdi til Toyota Vejhjælp sum segði at eg skuldi koyra postavatn á fyrst og so koyra til eitt verkstað. Tað segði tað sama. Fyrsti verkstaðurin ornaði bara karossarí, men teir funnu onki galið og sendu okkum til ein vanligan verkstað - teir kannaðu og har var alt ok. Teiri góvu okkum adressuma hjá TOYOTA forhandlaranum, men eg koyrdi skeift - og har pippaði og blinkaði við sama lag.
Tað eydnaðist at taka eina mynd og problemið var loyst! Vínið sum lá á baksetrinum útloysti alarmin at trygdarseðlin ikki var festur. Og voila, tá vínið varð bundið og tryggjað var alt í ordan og vit koyrdu víðari uttan alarm.
Tað endaði við at vit koyrdu líka til Bourges, og komu til Hotel Inn Design beint áðrenn sólsetur. Tað var tann dagurin! Nù er planurin at taka ein annan langan dag í morgin til Göttingen. Vit fáa at síggja hvussu hitabylgjan so uppførir seg.
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
2 notes · View notes
bilturur · 1 year
Text
07-09-2023 Avslutta kvøldið í Mont-de-Marsan við Tiramisu við Baileys og ís og kaffi. Morgunin eftir koyra vit - aftaná ein ordans um veg- til lá Reole til eitt crepe stað mitt í býnum. Har var gamalt og hugnaligt og vit gjørdu fleiri óætlaðar umvegir, men komu væl fram til Gretu við víni frá bakaranum og breyði. Nú er heitt, um 34 hitastig og vit hava vaskað klæðir og gjørt klárt til St Emilion og Cognac í morgin. So er at seta nøsina norðureftir.
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
6-09-2023. Koyrdu via San Sebastien til Frankaríkis - Mont-de-Marsan. Sandalurnar sum Jütta ikki keypti seinast vóru tíverri seldar.
Hálvan annan tíma úr San Senastirn, tapas og vánaligt Starbucks kaffi har, komu vit á mál. Ein fittligur býur og eitt gamalt hús við skeivum gólvum, men liggur væl fyri so vit kunnu spáka í miðbýnum og náa at vitja fleiri mat- og drekkistøð.
Tumblr media
Tað endaði tó við einari kebab wrap heim við tí vit orkaðu ikki meir í 32 gr hita.
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
5-09-2023. Planurin í dag er at ganga til eina ‘Bodega’ at hyggja uppá teirra vín. Har liggja so nógv lið um lið, so ringt er at velja. Vit taka tað, sum er lættast at koma til hiðani - 17 minuttir at ganga, sigur Google. Fyrst yvirum vegin at fáa kaffi.
Vit hava gjørt eitt rímmar granskingar arbeiði í dag í 27 gradum, so tað var ein ordans uppofrilsi. Fyrst til CVNE at smakka vín og at hoyra hvussu væl summi vistu…
Tumblr media
Eg helt alt var gott!
Vit fóru víðari til Bodegas Thiom at smakka reytt við osti. Deilig sól. So aftur til gongu til Plaza de lá Paz til kaffi. Víðari til Calle santo Thomas til meira Pinxos og vín aftaná ein handil… kanska var tað sólin.
Vit komu endiliga heim til Siesta. Tað var strævið í dag.
Tumblr media
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
Víðari úr býnum, hoyrdu vit teir síðstu tónarnar frá blástrinum, meðan vit fóru at leita eftir einum kufferti áðrenn vit koyrdu víðari til Haro.
Tumblr media
Tumblr media
Aftaná klokkan 8 fóru vit ein túr, men har vóru ikki nógv fólk at síggja. Vit fingu okkum Lomo og Jamon afturvið reyðvíni, chips og breyði. Onki við vanligum døgverða her. Og løgið sum flest drekka øl. Lidnar, fóru vit eitt annað stað har Jütta bestilti coppuchino con baileys… nýtt fyri meg, men hon fekk tað, hon bað um. Vit fóru so heim gjøgnum tær manntómu gøturnar til Hotel Alba.
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
4-09-2023. Dagurin byrjaði við at vaska bilin eftir grimdar-regnið í gjár. Tað var í einum Carrefour mini-marknaði, so har fingu vit breyðbollar og kaffi. Eit sindur annaleiðis morgunmatur.
Tumblr media
Víðari til Haro, ein stuttur túrur. Tíverri eisini eitt regn-tørn, so hatta vaskaríið var nærmast til onga nyttu. Vit fóru ein túr í býin í Burgos áðrenn vit koyrdu víðari. Ein sera vakur býur við Catedralinum sum miðdepil.
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
Vit fóru bara inn í eina deild sum nokk ikki var fyri turistar, men ein aktiv kirkja við ‘confesiones’ og tað heila. Ein túr at fáa ein lættan frokost og so ein túr at finna eitt kuffert. Hvussu tað ber til at klæðini vaksa, veit eg ikki. Men vit funnu so eitt kuffert, so aftur í bilin. Tá vit koyrdu út, oysti regnið niður, men tá vit komu til Haro var turt. Nu mugu vit líka hvíla okkum áðrenn vit fara at finna eina bodega ella líknandi í miðbýnum, sum liggur einar 10 minuttir hiðani.
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
3-09-2023 - frá Cee í dag aftaná ein túr í býnum, bæði um kvøldið og áðrenn vit fóru víðari um morgunin. Fyrst ‘spanskan morgunmat’ og so rendu vit okkum í ein alvorliga stóran marknað. Har vóru nógvar freistingar, men tíbetur høvdu vit ongar kontantar pengar. Vit fóru so avstað og høvdu roknað út, at vit akkurát náddu fram til Burgos áðrenn tað fór at regna. Men hvat, vit skuldu keypa benzin. Og vóru leiddar eftir einum krúllutum vegi langt frá øllum og hetta seinkaði okkum ein tíma, so vit rendu okkum beint í oysandi troparegn við blaktrandi snarljósum, so flamenco sangurin í radio’num totalt druknaði í ein hálvan tíma, minst, har tokuljós og hazardljós vóru megin útsýnið. Og fyrsti sangurin sum ljóðaði tá tað sleit í, var ‘Dreams’ - oh thunder only happens when it’s raining. Vit komu fram, meir og minni, og fingu okkum eina lekra máltíð og ‘tárandi vín’. Annars vóru bæði grísa -oyru og -magi á matarlistanum. Tað má verða eina aðru ferð.
Í morgin er ein annar dagur og vit fara til Rioja regiónina. So fáa vit at síggja um eydnan er við okkum at finna okkurt áhhugavert í býnum Haro. Men vit hava ein cirka plan…
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
2-09-2023. Eitt sindur mørbankaðar av songini í morgun. Men kaffi er gott - nógvar kakir á morgunmatarborðinum. Muy español.
Koyrdu til A Coruña, men tað var miseydnað tí har var ferðslan sera forvirrandi, so vit avgjørdu bara at koyra víðari til Fisterre. Flott allan vegin. Vit settu bilin og gingu okkara mikro camino uppá 6 km til endan í deiligum veðri og sól.Aftaná komu vit til Cee, stutt haðani til eitt betri hotel. Men sum allastaðni, er alt lukkað til kl 8. So vit bíða…
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
1-09-2023. So koyrdu vit frá San Sebastien aftaná at hava etið morgunmat og Bella fingið ein túr á spæliplássinum. Vit roknaðu við regni á vegnum, og klokkan 5 kom tað júst sum veður-appin hevði spátt. Men ikki so galið. Vit steðgaðu á í Gijón - ein flottur býur men forvirrandi ferðsla. Vit avgjørdu at koyra víðari fram við strondini til Ribadeo til eitt bíligt hotell, Hotel Voar, ja! Her eru fleiri tekin uppá at her er ein Camino ruta. Okkara døgverði var toskur við karamelliseraðum leyki. Nógvar restauratiónir, sum blivu fyltar aftaná klokkan 8, sum vanligt.
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
31-08-23. Í dag fóru vit upp við gry og spákaðu oman til bakarin at eta morgunmat og deiligt kaffi. So við tokinum frá Intxaurrondo til Amara statiónina inni í miðbýnum. Fínasta slag. Deiligt veður og sólskin í dag, so vit spákaðu fyrst til Buen Pastor katedralin og síðani oman til strondina. Flott flott allastaðni. So møttu vit Fred og gretu til pintxos og bacalao! Til Spanien at keypa føroyskan saltfisk, men væl smakkaði.
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
Nú fara vit út aftur í sólina ein túr…
2 notes · View notes
bilturur · 1 year
Text
30-08-23. So komu vit til San Sebastien í Norðurspania. Tað var ikki longi at koyra og nú siti eg í einum massagustóli meðan vit bíða eftir Gretu, Fred og Bellu. Hetta er ein ordiliga deilig íbúð og vit hava fingið okkum ein drekkamunn. So út at finna pintxos - ella tapas. Meira seinni - vónandi við myndum.
Tumblr media Tumblr media
Afraná at hava leitað eftir matstaði í eina evigheit, funnu vit endiliga nakað heilt tætt við íbúðina. So siga tey at ‘The Basque city of San Sebastián is a true food lovers paradise! In the 'Food Capital of Europe' you can find the freshest and tastiest dishes within walking distance. To all foodies: go and try all the best pintxos you will ever eat, while wandering through this stunning city at the Atlantic Ocean’ vit fáa at síggja í morgin…
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
Ein túr til Eymet í dag. Jütta var ein svimjitúr í morgun, og annars hava vit vaskað klæðir og verið ein túr við Gretu og Bellu í Eymet og fingið frokost á einum Peruvianskum matstaði. Aftaná spákaðu vit í býnum og vitjaðu nøkur støð har tey seldu mangt og hvat. Har var annars kvøld-marknaður sum byrjaði tá vit fóru. Sera hugnaligur býur við nógvum enskum fólkum!
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
Deiligt veður í dag. Nú gera vit døgverða og slappa av
Tumblr media
1 note · View note
bilturur · 1 year
Text
28-08-23. Koyrdu eftir motorvegnum allan vegin til Duras. Fínasta slag at koyra. Komu um 7-tíðina sum væntað og fingu heilsað uppá Bellu áðrenn hon fór í song. Nu haa vit verið til mánadags-marknað. Drukkið kaffi, keypt innkeypstasku til matin, so nú eru vit troyttar! Sólin skínur nú… meira seinni
Tumblr media Tumblr media Tumblr media
2 notes · View notes
bilturur · 1 year
Text
26-08-23. Hetta var ein strævin dagur at koyra: skuldi taka góðar 3 tímar, men fleiri vanlukkur á vegnum gjørdu, at tað bleiv til 7 tímar. Vit eru so her í Besançon og keyptu okkum gott breyð, ost og lekkurt vín og ótu bara ‘heima’. Ongin sightseeing í dag. Duras í morgin um ferðslan skikkar sær ordiligt. Um ikki, ja, so mugu vit steðga á.
2 notes · View notes
bilturur · 1 year
Text
Tumblr media
25-08-23: so fara vit frá Frau Romy Schmeisser í Roggenring inn ímiðbýin í Leipzig við . Vit parkera bilin og ganga okkum beint í ein marknað og nógv áhugavert. Ja, vit keyptu okkurt smáting og fingu okkum kaffi og apfelstrudel inni í Mädler Passage. Aftaná fóru vit inn í Sankta Thomas kirkjuna at biðja um fyrigeving fyri okkara materiella vild-fárilsi. Ok, so var lunchtime í Vienna House. So aftur at hyggja okkum um áðrenn vit koyrdu suðureftir til ein Autohof í Asbach-Bäumerheim. Í morgin gongur leiðin víðari vestureftir til Frankaríkis.
Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media Tumblr media
2 notes · View notes